JN

Ven fær meira pláss

...

2020-03-13 20:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um ikki so langa tíð fær Ven hølini har endurnýtslan hjá Bláakrossi heldur til.

Hetta merkir at tað verður betri pláss til fleiri maskinur og spinningsúkklur.
Hetta merkir eisini at tað verður betri pláss til liðvenjingar.
Í dag upptaka tær eitt av hølunum har fólk venja og lyfta vektir, framyvir verður hetta ikki neyðugt tí pláss verður fyri øllum.
Tað, at tær fáa hølið niðriundir ger eisini, at tað verður lættari hjá illa gongdum at koma inn í Ven, og hetta er gleðiligt, siga tær báðar Jana og Maria.

Tær báðar gleðast eisini um, at Bláikrossur hevur funnið onnur hølir og halda fram við sínum virksemi her vesturi og ynskja teimum alt tað besta.
Ikki minst gleða tær seg til at bjóða limunum í Ven størri og betri umstøður, og venda aftur sum skjótast nær tær eru klárar við nýggju hølunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder