Politikkur

Veljarin boðin í ball, men tvungin at gjalda

...

2020-03-03 22:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Búskaparráðið, altso ráðið, sum samgongan hevur avgjørt ikki hevur nakran týdning, ávarar nú fyri aðru ferð um, at yvirskot landskassans tódnar niður í einki, og at manglandi fíggjarstýringin fer at hava við sær katastrofalar avleiðingar. Síðsta fíggjarlóg hjá undanfarnu samgongu vísti 588 mió.kr. í avlopi. Men uppá nakrar fáar mánaðir hava Jenis, Jørgen og Bárður oyðslað tað niður í 142 milliónir. Væntast kann, at avlopið minkar enn meiri komandi árini. Hetta av tí at samgongan veitir skattalættar, sum t.d. løgtingsformaðurin fær stórt gagn av, og tí uppisjóvarvinnan skal gjalda minni. Sambært Landsbankanum fara broytingarnar samanlagt at kosta landi og kommunum 5,8 mia.kr. næstu árini. Sagt við øðrum orðum, samgongan brúkar for nógvar pengar uttan at vita, hvar hesir pengarnir skulu koma frá.

Undanfarna samgonga hevði stór avlop øll árini, og útreiðsluvøksturin var lægri enn inntøkuvøksturin. Harumframt minkaði skuld landsins heilar 1,3 milliardir tey fýra árini. Í so máta komu Jenis, Jørgen og Bárður til ein rokaðan kassa. Við sær høvdu teir dreymin um Jerusalem og ørvitislig lyfti, sum skuldi gera tað stuttligari at vera ríkur í Føroyum. Og so bjóðaðu teir í ball.

Tey allarbestu ballini eru tey, har mann floytar á uppruddingina og fær onkran annan at gjalda. Men í tí óinteressanta gerandisdegnum er altíð onkur, sum ruddar upp. Og rokningin endar sum oftast hjá teimum túsundtals familjunum, sum hvønn dag fara til arbeiðis í Føroyum.

???Money goes up, shit runs downhill???

Soleiðis svaraði Tony Soprano úr sjónvarpsrøðini The Sopranos sínum funktionerum, tá teir settu fram ynski um, at virðini skulu deilast javnari teirra millum. Tað einasta sympatiska við karakterinum Tony Soprano var júst tað, at hann var so erligur og eirindaleysur. Hann duldi einki og stóð fast við sína sannføring, at tey ríku skuldu fáa meira og tey fátøku minni. Tað er erligt, tað kann ein fyrihalda seg til. Tað ófrættakenda við sitandi samgongu er, at hon tykist hava somu grundhugsan sum Tony Soprano. Men samstundis billar fólki inn, at hon er samgongan fyri vanlig fólk.

Tað kann væl vera, at veitsluvirksemið hjá samgonguni fer at gera tað stuttligari at vera ríkur í Føroyum. Men avleiðingin verður eisini, at tað verður dýrari at vera fátækur. Tí hóast Tony Soprano var ein harðligur psykopat, so hevði hann rætt í einum:

Money goes up. Shit runs downhill.

Jóan Pauli Dahl Jakobsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder