Eg eri 24 ára gamal, uppvaksin og búsitandi í Sandavági.
Eg starvist til dagligt í Betri Banka í Miðvági, sum bankráðgevi. Harumframt verður eisini nógv orka løgd í jn.fo, sum berur tíðindir til allar føroyingar, og har verður dentur eisini lagdur á at geva vágafólki tíðindir.
Trý orð sum lýsa meg væl eru, at eg eri miðvísur, treiskur og ágrýtin.
Eg havi altíð verið áhugaður í politikki, og vil eg geva mítt íkast til okkara góðu kommunu, sum eg stórtrívist í.
Tað er ikki eitt gott vørumerkið, at vit eru tann dýrasta kommunan í skatti. Eg vil arbeiða fyri, at borgarnir í kommununi skulu fáa betri fíggjarligt rásarúm. Tí haldi eg tað hava stóran týdning at skatturin verður lækkaður, og vilja vit lækka hann stigvíst niður á 21% í 2025. Eisini vil eg stigvíst arbeiða fyri, at fáa barnafrádráttin upp á 7.000 kr.
Í løtuni eru omanfyri 110 fólk á bíðilista til grundstykkir í Vága kommunu. Kommunan eigur altíð at hava grundstykkir tøk til borgarar, ið vilja búðseta seg her, teir verða við at fíggjað framtíð okkara.
Eg haldi at báthylurin í Miðvági skal dagførast.
Eg haldi at borgarin skal kunna byggja neyst og íbúðir á Prestlandinum.
Eg vil geva øllum í kommununi bestu karmar at trívast her í Vága kommunu.
Hetta eru nøkur av málunum eg fari at arbeiða fyri, um eg verið valdur inn.
Vel eina unga rødd í Vága kommunu, vel Jóanis Albert Nielsen á Borgaralistanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald