Politikkur

Veitslulag, brellbitar og selfies á Tvøroyri - og politiski sjálvsfagnaðurin sjónligur

...

2019-01-28 20:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Veitslulag á Tvøroyri. Nýggja stásiliga virkið hjá Varðanum Pelagic er liðugt. Samlaður kostnaður meira enn hálv milliard. Íløga gjørd av reiðaríi, sum farnu 20 árini hevur fingið tað at borið til.

Tí er virkið á Tvøroyri ímyndin av hvat hendur, tá vinnan framvegis fekk loyvi at virka og vinna pening. At vinningurin verður brúktur til nýggjar íløgur, sum leggja lunnar undir arbeiðspláss og trivnað. Tað er nevniliga eingin annar háttur at skapa vinnuliga menning uttan umvegis privatar íleggjarar.

Illviljin

Tinganes var væl umboðað á brellbitamóttøkuni henda dagin.

Undranarsamt ikki at fíra fyri at koma á gátt, tá hugsað verður um tann illvilja og sársaka, sum samgongan hevur forvolt føroysku fiskivinnuni og teimum úrmælingum, sum fyri nøkrum árum síðani løgdu rygg til stóru íløguna á Tvøroyri og aðrastaðni.

Sokallaða fiskivinnunýskipanin hevur sum politiskt endamál at máa støðið undan vinnuni undir paroluni at verja ???ogn Føroya Fólks????

Og úrslitið er longu í ljósmála - vinnan er mestsum givin við íløgum í fiskivinnuni. Ístaðin verða íløgurnar fluttar á land - í bygningar, framleiðsluvirkir o.s.fr..

Politiska meinfýsnið móti vinnuni, sum sambært samgonguni skal ???steðga allari spekulatión???, orsakar økjandi óvissu og hóttafalli.

Skipanin at brandskatta fyri at fylla landskassan til politiska umfordeiling, avmarkað loyvistíð, uppboðssølur og hóttanirnar um, at íløgurnar ikki kunnu realiserast, gera, at vinnan ikki hevur ánilsi av hvar leiðin ber.

Skipan, sum samfeld vinna, manningarfeløg, serfrøði, bankar og íognarar annars eru harðliga ímóti.

Taka selfies

Nýbygda virkið á Tvøroyri er eisini ætlað til alternativa útvinning - nýbrot innan uppisjóvarframleiðslu.

Tí varð eisini søkt um lut í politisku menningarkvotunum. Svarið var greitt nei - Varðin Pelagic hevði fingið sítt og bleiv vendur í hurðini, hóast felagið leyk allar kravdu ásetingarnar til játtandi svar.

Hetta voldi sjálvsagt so nógva ørkymlan, at stjórin alment boðaði frá, at tey umhugsaðu at fara víðari við málinum.

Kortini dittaði spritubitafylkingin úr Tinganesi sær suður um fjørð at taka selfies í stóru fjøldini, sum samankomin var at heiðra og gleðast um veldugu endurreisnina av niðurbrenda virkinum.

Brellbitar og sjampanja

Ikki so lítið ósmæið, tá tað nú harumframt er staðfest, at 83% av menningarkvotunum endaðu í ongum. Landingarvirði omanfyri 100 mio kr søplaðar burtur av berum politiskum trábeitni.

Hetta fær heldar ongar fylgjur og lítla umrøðu. Hvat eru 100 mio kr millum politiskar kammeratar?

Eitt er vist. Varðin Pelagic hevði ongantíð komið í eygsjón, vistu íleggjarnir um úrslitið av sokallaðu fiskivinnuskipanini, sum nú máar støðið undan privatu fiskivinnuni.

Kortini mannaði samgongan í sjálvfagnaði lið at eta brellbitar og flennandi drekka sjampanju handan myndatólini at vísa seg fyri almenninginum.

Politiska hugmóðið sýnist markleyst.

Bjarni Djurholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder