JN

Vegamótið til Funningsfjørð ferðslutryggjað

...

2014-11-24 16:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FERÐSLUTRYGD: Fríggjadagin varð umleggingin av vegamótinum Millum Fjarða við avkoyringina til Funningsfjørð tikin alment í nýtslu. Umkoyringarbreyt er gjørd, og sostatt er vegamótið vorðið munandi tryggari nú, enn tað var frammanundan. Eisini verða ljós sett upp í næstum.


Nógv ferðsla er Millum Fjarða, og hetta var høvuðsorsøkin til, at Landsverk valdi at fara undir at gera eina umkoyringarbreyt við avkoyringina móti Funningsfirði. Harvið er trygdin bøtt munandi fyri tey, ið koma úr Norðskálatunlinum og skulu snara av tann vegin.

Tøl vísa, at tað koyra slakir 3.700 bilar um samdøgrið eftir vegnum Millum Fjarða, og slakir 500 bilar eftir Funningsfjarðarvegnum.

Umkoyringarbreytin ger, at bilar kunnu sleppa framvið, hóast ein stendur og bíðar eftir at kunna snara til vinstru. Líknandi umkoyringarbreyt er gjørd á landsvegnum við Sandvíkarhjalla.

Fundament til ljós eru gjørd í vegamótinum, og ljósini verða sett upp í næstum.

Tað er Articon, sum hevur gjørt arbeiðið, ið hevur kostað umleið 600.000 krónur, tað skrivar landsverk.fo.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder