Politikkur

Veðurlagsbroytingar skulu hava høga raðfesting

...

2019-10-04 14:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at gransking í havstreymar, veðurlag og umhvørvi eigur at hava høga raðfesting í Ríkisfelagsskapinum.

???Havgransking skal raðfestast á fíggjarlógini???, sigur Edmund Joensen í røðu síni, nú orðaskifti hevur verið um setanarrøðuna hjá forsætisráðharranum, Mette Frederiksen. ???Eitt granskingarsamstarv millum føroyskar, grønlendskar og danskar granskingarstovnar.???

Edmund Joensen fegnast tí um, at danska stjórnin fer at raðfesta umhvørvisavbjóðingarnar. Forsætisráðharrin segði í setanarrøðuni týsdagin, at ein milliard krónur verða settar av til grøna gransking komandi ár.

Havstreymarnir í Norðuratlantshavi hava ávirkan á veðurlagið og umhvørvið í øllum Norðureuropa. Tí er tað natúrligt, at havgranskingin í hesum økinum fær høga raðfesting.

Seinast Edmund Joensen sat á Fólkatingi vórðu næstan 20 milliónir krónur settar av til gransking í Norðuratlantshavinum. Tað varð granskað í veðurlags- og havfrøðiligum broytingum í havøkinum millum Føroyar og Grønland og ávirkanina hesar broytingar hava á æti og fisk.

Granskingin hevur ikki verið raðfest av norðurlendsku fólkatingsumboðunum seinastu fýra árini, men Edmund Joensen fer nú at taka málið upp aftur við danska fíggjarmálaráðharran, Nicolai Wammen.

Edmund Joensen skal á fund við fíggjarmálaráðharran týsdagin 8. oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder