Lýsing

Veðurfrøðingar til Veðurstovu Føroya

...

2021-04-13 19:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir 2 veðurfrøðingum til spennandi uppgávuna at byrja, og menna, Veðurstovu Føroya.

Størvini:

Veðurstova Føroya, ið verður skipa sum deild undir Vørn, skal m.a.:

  • gera veðurforsagnir og miðla hesar á heimasíðu, føroyskar miðlar, umframt í beinleiðis samskifti við brúkarar
  • yvirtaka tænastur, sum í dag verða keyptar frá DMI
  • tryggja, at føroysku veðurmátingar til alheimin (via GTS) eru av høgari góðsku og í samsvari við altjóða krøv
  • stuðla undir tilbúgvingina á sjógvi og landi
  • gera granskingar innan lokalt veður, veðurlag og veðurlagsbroytingar
  • gera modell - koyringar av veðri, aldu og streymi v.m.
  • menna almennu veðurkunningina til næmingar, lesandi v.fl
  • umframt granskingar- og menningararbeiði.

Førleikar:

Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan veðurfrøði, ella líknandi útbúgving.

Harumframt vænta vit at tú

  • hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • tolir broytingar og at arbeiða undir einum ávísum trýsti
  • hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, á føroyskum, enskum og norðurlendskum máli
  • ynskir at taka lut í almennu veðurkunningini
  • hevur góðar telduførleikar

Løn og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstørv. Løn og setanartreytir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini. Tænastustaðurin er í løtuni Veðurstova Føroya.

Tann ið verður settur, eigur at tola broytingar í starvinum, um so er, at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.

Umsóknir

Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Vørn/Veðurstovan, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn, ella við telduposti á [email protected] Viðheft skjøl skulu verða í pdf-formati.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. apríl 2021, kl. 12:00.

Miða eftir at størvini verða sett frá 1. mai 2021, ella skjótast til ber eftir tað.

Meira fæst at vita um størvini við at senda fyrispurning til formannin í Veðurmenningar­bólkinum, Rúnar Alix Rasmussen, teldupostur: [email protected]

Um Veðurstovu Føroya

Føroyska veðurtænastan (almenn, sjóleiðir og mátingar) varð yvirtikin frá DMI tann 1. apríl 2009. Samstundis varð sáttmáli gjørdur við DMI um at halda áfram við at veita ymsar veðurtænastur til Føroya ??? veðurvánir, data til WMO, hagtøl v.m. Veðurtænastan fyri flogferðslu (flogfør og tyrlur) er enn ikki yvirtikin.

Veðurstova Føroya verður skipað sum ein deild undir Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum.. Høvuðsdeild og vaktarstova verður á veðurstøðini við Boðanes, Tórshavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder