2020-08-21 14:06

Tað er staðfestur enn ein smittutilburður í hópinum hjá slovakiska fótbóltsfelagnum Slovan Bratislava.
Tilburðurin bleiv staðfestur í gjár, tá ið eitt ferðalag úr Bratislava kom til Føroya.
Fyri at binda um heilan fingur varð koronakanningin gjørd tvær ferðir ??? báðar ferðir varð staðfest smitta.
Epidemikommisjónin hevur avgjørt, at alt ferðalagið hjá Slovan Bratislava skal í sóttarhald.
Eftir ætlan skulu KÍ og Slovan Bratislava spæla í Klaksvík í kvøld.
UEFA skal nú taka endaliga støðu, um dysturin í Champions League kappingini skal spælast ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald