2021-06-06 10:41

Um middagsleitið í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein smábátur hevði fingið maskintrupuleikar við aliringarnar undir Gulanum á Argjalandinum.
Bjargingarbáturin - TANUM - hjá Havnar Bjargingarfelag var á beding, og tí kundi hann ikki brúkast. Tí fór ein av vatnskutarunum hjá Havnar Bjargingarfelag at hjálpa bátinum við maskintrupuleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald