Samferðslumálaráðið hevur í dag svarað Akademikarafelagnum í málinum um Landsverk. Svarið liggur á heimasíðuni hjá Samferðslumálaráðnum.
Í hesum sambandi havi eg hesar viðmerkingar til málið:
Nýggjársdag í ár sendi Akademikarafelag Føroya skriv til Løgmann, til Løgtingsins Umboðsmann og til Landsstýrismannin í samferðslumálum.
Akademikarafelagið finst at, at bygnaðurin á Landsverki er broyttur. Men hann er als ikki broyttur.
At pástanda, at landsstýrismaðurin er stjóri á Landsverki, er ikki rætt. Eisini eitt sindur óseriøst. At landsstýrismaðurin hevur avgjørt, at 3 deilarleiðarar á Landsverki, sum ein fyribilsloysn vísa til aðalráðið, er heilt náttúrligt. Talan var um nakrar fáar dagar um høgtíðina til ein fyribilsstjóri var settur á Landsverki.
Spurningurin er, hví eitt slíkt skriv skal sendast til øll.
Løgtingsins umboðsmaður viðger skrivið frá Akademikarafelagnum, og umboðsmaðurin hevur biðið um eina frágreiðing. Hon kemur ein av nærmastu døgunum.
Nú verður tað helst soleiðis, at Akademikarafelagið má fara í Fasta Gerðarrættin at viðgera sínar spurningar.
Tað, sum hevði verið frægast, hjá Akademikarafelagnum, var, at felagið kom oman í Samferðslumálaráðið at tosa við landsstýrismannin um málið í staðin fyri at senda klagu til hesi og hasi. Landsstýrismaðurin hevur als ikki fingið nakra áheitan frá felagnum um fund at røða um málið.
Akademikarafelagið hevði uttan iva komið til sættis við landsstýrismannin, og so kundu vit hugt frameftir og fingið frið um Landsverk, ikki minst við atliti at starvsfólkunum.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald