Mentan

Vanlukka í Sundinum fyri 100 árum síðan

...

2020-10-02 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í bókini Vága Samferðslusøga er skrivað um hendingina:´

Í Vestmannasundi er, sum nevnt, óføra streymhart. Mangar ringar ferðir hevur postbáturin tí havt-

Fríggjadagin 1. oktober í 1920 hendi syrgilig vanlukka í Sundinum. Ein opin bátur, ið førdi postin, fór av Vestmanna út á Oyrargjógv, har 4 ferðafólk vórðu sett upp á land. Av tí at nógvur vindur var av landsynningi, og tað rak upp í ættina, var ógvuliga óslætt. Teir tóku grót inn í bátin til barlast, og síðan sigldu teir yvir á Sunnarugjógv eftir postførarannum, sum var komin úr Havn, og einum ferðafólki, ið skuldi yvir á Fútaklett.

Miðskeiðis í Sundinum kollsigldi báturin. Zakarias Múller, sum var staddur á Sunnarugjógv, rann til Kvívíkar eftir hjálp. Eitt seksmannafar fór beinanvegin út at leita. Hóast eisini tríggir motorbátar komu úr Vestmanna at leita, var eingin funnin.

Í Dimmalætting stóð m.a. hetta brotið: "Af de forulykkede var Hans David Niclasen 50 Aar gf. efterlader sig Enke og 5 Børn. Johannes Jacobsen var 32 Aar og efterlader sig 3 Børn, hans Hustru døde í Fjor. Alfred Olsen var ca. 19 Aar. Fru Sofia Nattestad var 27 Aar , og Moder til 3 Børn. Købmand W. Nattestad var kommet til Fútaklett for at tage imod sin Hustru og ledsage hende til Midvaag. Han var Vidne til Ulykken."

Wensil Nattestad i Miðvági yrkti 33 ørindi sum minningarorð um konu sína, Sofie Kathrine Marie Nattestad, og um syrgiliga tilburðin í Sundinum - 20 apríl 1921 stóð yrkingin í Dimmalætting.

10 ørindii eru endurgivin her niðanfyri.

En Mindesang jeg synge vil

Alt om min Hustru kære

som var mig god og dyrebar

hvis Minde jeg elsker og ærer.


Hun rejste med Smirli til Thorshavn

Stormen blæste med Kraft

og hun skrev hjem, at Turen var

den værste, hun havde havt.


Fra Thorshavn hun rejste med Længsel

for atter at se sine kære

Men Herren vilde det anderledes

hun saa dem ikke mere.


Hun Rejste med Ruth fra Thorshavn

i det herligste Sommervejr

hun ankom til Kvivig samme Dag

og besøgte sin Søster der.


Hendes Søsters Mand ledsagde hende

til Sunnarugjógv de for

Hun sagde de kæære et sidste Farvel

og saa dem ej mer paa jord.


Den 1. Oktober i 1920

hun tog med Postbaaden afsted

men den var ej kommen langt fra Land

i Søen den kuldsejlet ned.


Jeg sel sad ovre ved Fútaklett

og saa paa al denne Gru

kun Herren kender den Angst og Smerte

som da var i min Hu.


Jeg gav mig at løbe til Sandevaag

for at faa telefonisk Besked

med Iletelefon til Kvivig

og spørge om min Hustru var med.


Og Svaret var, at min elskede Hustru

var taged med Baaden afsted

o, ingen kan tænke sig den Sorg

den Nød og Smerte jeg led.


O gode Gud, vor Mester og Herre

du gør ja altid som bedst

Jeg ved, jeg skal se min Hustru igen

Ved din store Bryllupsfest.






Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder