Vinna

Nýggi Barónurin komin til Føroya

Vælumtókta føroyska brettspælið, Barónurin, kom út fyrstu ferð í 2012. Spælið varð útselt eftir bert 2 árum og hava nógv eftirspurt spælið hesi árini.

2025-11-27 23:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tí valdu brøðurnir Reimund og Jaspur Langgaard at taka stig til eina nýggja útgávu. Vinnan var fús at hjálpa og fáa føroyingar tí aftur í ár eitt føroyskt brettspæl á hyllarnar. Barónurin kemur einans at kosta 399 kr - hetta tí at vinnan er við til at fíggja spælið við lýsingum.

Nakrar fyritøkur eru skiftar út síðan 2012, umframt at ein ávís útskifting eisini hevur verið í formonnunum í teimum politisku flokkunum, sum sjálvandi aftur eru á pengaseðlunum. Eisini hevur tunnilsfelagið fingið eitt stórt pláss í spælinum.

Sum nakað heilt nýtt, er eisini ein ensk vegleiðing til spælið, umframt at øll "royn eydnuna" kortini bæði eru á føroyskum og enskum.

Spælið fæst til keyps á baronurin.fo⁩, Rit og Rák, Jysk, Gl. Bókhandli, Bókabúðini í Saltangará og Bókabúðini í Klaksvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder