Politikkur

Vanligi føroyingurin fær rokningina

...

2018-07-18 15:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kjakinum, sum eg teir seinastu dagarnar havi havt við Javnaðarflokkin, kom tjóðveldiskvinnan, Annita á Fríðriksmørk, knappliga inn á vøllin við einum lesarabrævi. Eg veit ikki rættiliga, hvat hon vildi við lesarabrævinum, tí tað skuldi eitast fyri at vera eitt aftursvar til mín, men tað viðgjørdi lítið tað sum eg havi skrivað, og tað sum var tikið úr mínum lesarabrævi var í stóran mun misskilt.

Annita skrivar, at eg finnist at teimum betringum, sum barnafamiljur, pensjónistar og tey við lág- og meðalinntøkum hava fingi. Eg veit ikki hví hon sigur tað, tí tað stóð ikki í míni grein. Harafturímóti spurdi eg um inntøkusíðuna, og um samgongan hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu tey ætla at varðveita hesi átøkini, tá búskapurin vendir, ella tá Annita og tey gera álvara av hóttanunum um at avtaka ríkisveitingina longu í komandi valskeiði. Verða tað tá tey somu, sum nú hava fingið pengar, sum eisini fáa rokningina? Javnaðarflokkurin svarar ikki spurninginum, men Annita skrivar soleiðis:

???Tað er rætt, at búskapurin hevur tað við at fara upp og niður. Men, til at svara spurninginum, hvør ið rindar, tá ið tað vendir hinvegin aftur, so er bara at hyggja at søguni. Hvør annar enn vanligi føroyingurin hevur nakrantíð rinda rokningina, tá ið búskapurin vendir aftur????

Jú men so fingu vit svarið. - Vanligi føroyingurin fær aftur hesaferð rokningina.

Helgi Abrahamsen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder