Almenni listin í Runavíkar kommunu klárur
Uppstillingarfundur var í Bylgjuni í gjár. Longu væl áðrenn fundurin byrjaði streymaði til við fólki, og mundu gott 200 fólk verða savnað, tá saman um kom. Júst hetta var orsøkin til, at fyrireikarnir høvdu lagt fundin í ítróttarhøllini, so tilmælini um frástøðu kundu haldast.
Eftir at orðstýrarin við løgtingslóg um val til kommunur hevði lagt lunnar undir fundin, skutu fyrireikarnir tey valevnir upp, sum í dag umboða listan í býráðnum, og tóku við afturvalið. Eftir hetta stóð ikki á at fáa mannað listan, og tá fundurin var lokin stóðu 15 valevnir á listanum, og 25 stillarar høvdu skrivað undir vallistan.
Fyrireikarnir eru væl nøgdir, tí talan er um ein sterkan og spennandi lista. Nøkur nøvn ganga aftur, onnur hava áður bjóða seg fram í landspolitikki, meðan tað eisini eru heilt nýggj, spennandi og ágrýtin fólk í yngra endanum, sum bjóða seg fram hesaferð.
Listin er mannaður við hesum valevnum:
· Elin Klein Joensen, smoltrøktari Oyndarfjørður
· Heri Sigurd Lamhauge, kundaráðgevi Saltangará
· Hilmar Sam Lamhauge, retail leiðari Glyvrar
· Jastrid Weihe, námsfrøðingur Runavík
· John Andersen, sølumaður Saltangará
· Kaja Joensen, kundaráðgevi Saltangará
· Kristian Gaardbo, goymslumaður Runavík
· Lasse Klein, roknskaparhaldari Saltangará
· Rúni Jacobsen, skipari Saltangará
· Sonni Lamhauge Petersen, Betri trygging Rituvík
· Sæunn ??lavsdóttir Hansen, læknafulltrúi Saltangará
· Terje Beinar Vestergaard, lærari Saltangará
· Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri Glyvrar
· Tóri Højgaard, løgfrøðingur Rituvík
· Vinjard Johansen, sølustjóri Saltangará
Listin við stillarum verður í næstum sendur valnevndini til góðkenningar. Síðan verður farið undir at fyrireika nakrar valfundir, so veljarin lærir valevnini betur at kenna.
Fyrireikarnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald