Politikkur

Valið er okkara

...

2019-08-31 08:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú fer valstríðið at halla fyri hesuferð, og tær aldurnar sum við ógvusligari megi hava skolað innyvir okkum seinasta mánaðin, fara at leggja seg aftur.

Veljarin hevur alla maktina, at avgera hvussu tey komandi 4 árini skulu verða fyri hetta landið.
Sjálvur havi eg lagt dent á í hesum valstríðnum, at funnist so lítið at øðrum sum gjørligt, meðan eg eisini havi lagt dent á at borið mín boðskap fram á torg, um hvat eg ætli mær at arbeiða fyri komandi árini í politikki, um eg fái møguleikan.
Eg havi boðað frá, at eg gevist í kommunupolitikki. 
Eg eri 46 ár, havi verið 11 ár í kommunupolitikki, 10 av teimum borgarstjóri. Somuleiðis havi eg verið 4 ár á Tingi.
Hesi árini í politikki hava verið lærurík, og við tíðini lærir man handverkið. Man kemur at kenna skipanina, og at duga at flyta røttu leikmennirnar á politiska talvborðinum.
Eg ætli at halga míni komandi ár til at arbeiða fyri landi og fólki, eg havi eina rúgvu av orku og kenni skipanina út og inn. 
Tí meini eg, at eg eri eitt gott boð uppá eitt virðuligt umboð av Sandoynni.
Hetta verða seinastu orð míni í hesum valstríðnum. 

Eg biði eyðmjúkur um tykkara hjálp á valinum í morgin.

Eg skal ikki svíkja álitið verður tað mær sýnt.

Brandur Sandoy, Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder