Politikkur

Valbólkur skipaður í Fuglafjarðar Kommunu

...

2020-11-12 19:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Tað er skipaður ein valbólkur ímillum Lista F og Lista B Í Fuglafjarðar Kommunu fyri valskeiðið 2021-2024.

Borgarstjóri verður Dávur Juul, sum er 1.valdur á Lista F.

Varaborgarstjóri verður Eyðun á Lakjuni , sum er 1.valdur á Lista B.


Tað hava verið 5 fastar politiskar nevndir í Fuglafjarðar Kommunu. Nú verður so ein sætta nevnd skipað, sum fær heitið: Orku & Umhvørvisnevnd


Hesi verða formenn/kvinna í nevndunum komandi valskeið:

Fíggjarnevnd: Dávur Juul (F)

Havna & Vinnunevnd: Magni Herason Jøkladal (B)

Tekniska Nevnd: Eivin Sigurð Breiðaskarð (F)

Sosiala Nevnd: Edva Jacobsen (B)

Orku & Umhvørvisnevnd: David Andreasen (F)

Mentanar Nevnd: Eyðun á Lakjuni (B)

 

??tlanin er, at nýggja býráðið verður kalla inn til almennan býráðsfund um mánaðarskiftið nov/des, har býráðsleiðslan og nevndirnar verða skipaðar formelt.


Vinarliga 

Listi F og Listi B


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder