Tætt undan seinasta løgtingsvali, skrivaði Ingolf S. Olsen, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi eina grein um gjaldið í Vágatunnlinum - Yvirskriftin var: Tað verður frítt at koyra - tá var tó ikki alt lánið goldið, men Ingolf S. Olsen gjørdi púra greitt, hvussu hann meinti at tað skuldi verða, tá ið lánið varð goldið aftur:
1.Avtalan um Vágatunnilin skal haldast, og tað merkir, at tá tunnilin er útgoldin og verður latin landinum, verður tað frítt at koyra ígjøgnum hann. Og sum eg havi skilt, skal tunnilin latast landinum í desember 2016, so eftir tað verður bummgjaldið strikað.
2.Røddir hava annars verið frammi um, at tey ferðandi framhaldandi skulu gjalda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnir, eisini eftir at lánini eru afturgoldin.
Tað skal ikki henda, tí tað vildi verið eitt púra greitt avtalubrot.
3.Gjørdar avtalur um verandi tunlar skulu sjálvsagt haldast.
Les alla greinina hjá Ingolf S. Olsen HER.
Spurningurin til Ingolf S. Olsen er, hvat er gjørt fyri at avtalan um Vágatunnilin verður hildin, vil Tjóveldi avtaka gjaldið?
Jóanis Albert Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald