Vágarnar reistu seg sum fuglurin føniks!
Tað var næstan øskukalt í Vágunum tá Sjálvstýrisflokkurin kom at umsita samferðslumál í samgongu 10. januar 1985. Tveir borgarligir flokkar høvdu rátt fyri borgum í fleiri ár. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, og tá teir aftur vaknaðu upp við kaldan dreym, var menningin av Vágunum langt síðani byrja.
??? Mykines fekk nýggjan strandferðslu bát til siglingina
??? Hangarur bleiv bygdur á flogvøllinum
??? Bygging av undirsjóvartunli
??? Stovnseting av flogfelag í Vágum
??? ??tbúgving innan loftferðslu
??? Keyp av tyrlu
??? Flyting av tyrludeildini til Vágar
??? Yvirtóku oprativu og teknisku umsitingina av tyrludeildini
??? Bygging av farmahøll
??? Fyrireiking av leingjan av flogvølli
??? Virksemið á flogvøllinum øktist munandi.
Hevði tað verði so væl at eg kundi reypa av øllum hesum.
Men. Nei!
Tað geri eg ikki. Til tess vóru tiltøkini at bjarga Vágunum undan niður píning og politiskari ómegd ov stór um hetta mundi.
Nærumhvørvi og lokali myndugleikin hava eisini fingið nógv burtur úr. Stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununum í Vágunum stava frá hesum arbeiði, umframt, at fólkatalið er vaksi munandi frá 1988 til 2018. Sama er galdandi við ferðafólka flutninginum til og úr Vágum, og at Vágarnar á ongan hátt kundu metast at vera afturútsigldar í sama mun, sum mett frammanundan.
Vágarnar reistu seg sum fuglurin føniks úr leivdunum.
Fólk fluttu til oynna. Menn og kvinnur funnu saman. Stovnsettu familjur. Kommunurnar bygdu skúlar, barnagarðar og vøggustovur, búðpláss fyri eldri, perlur av spæliplássum, bygdavegir asfalteraðir v.m.
Stórt tal av føroyingum hava fingið útbúgving innan loftferðslu: flogskiparar, mekanikarar, flogternur, fíggjarstýring, umsiting v.m., har einki sum helst var at finna frammanundan.
Hetta er eisini boðskapurin um, at tað ber til at vera almennur politiskur myndugleiki at taka stig til arbeiðsskapandi tiltøk, eins og tað, uttan nakran sum helst iva, ber til á øðrum økjum eisini.
Tað er eingin orsøk at reypa. Tað er sjón fyri sókn.
Eg havi kortini hug at nevna tveir fram skygdar lokalar politikarar: Vilhelm Nielsen, umboðandi Fólkaflokkin og Haldur Hansen umboðandi Javnaðarflokkin. Teir royndu í sínari tíð, men floksleiðslur teirra svíktu tá á stóð. ??ra verður um minni teirra!
Nú tá eg sjálvur eri givin í politikki, haldi eg meg kunna siga, at tað gjørdi einki um vágafólk, nú Sjálvstýri hevur brúk fyri einari hjálpandi hond, góðu flokkinum tykkara atkvøðu, so at hetta arbeiði verður virðismett sum slóðbrótandi arbeiði.
Lasse Klein, fyrrv. landsstýrismaður
fyri Sjálvstýrisflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald