Politikkur

Vágar skulu eisini verða partur av samfelagsmenningini

...

2019-08-26 05:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgtingsumboðini í Vágum eiga at samstarva saman við kommununum til frama fyri menning í Vágum.

Ferðavinnumøguleikarnir í Vágum eiga at samskipast soleiðis, at peningurin liggur eftir á vitjaðu støðunum. Her er møguleiki at skapa fleiri arbeiðspláss. Náttúruatlitini og burðardygd eru avgerandi í hesi tilgongd.

Bygningurin til Sjóvinnustýrið skal byggjast sum skjótast í Vágum.

Bygdirnar Bøur og Gásadalur hava sama rætt sum vit onnur til fast busssamband.

Ein samhaldsføst samferðsluætlan skal setast í verk.

Flogvøllurin skal varðveitast í Vágum. Vit skulu útbyggja móttøkuhøllina og byggja nýggjan hangar til vaksandi flotan hjá Atlantsflogi.

Bústaðarbygging saman við kommununum, skal eisini verða partur av byggiætlanunum hjá Bústøðum o.ø. í framtíðini. Bústaðartørvurin skal nøktast - eisini í Vágum. Leigu- og lutaíbúðir skulu vera partur av hesum. Her mugu vit vera longri frammi í skónum.

Menningarkvotan skal varðveitast sum varandi kvota og gerast størri í vavi. Vinnumøguleikarnir skulu javnt og samt mennast.

Vit skulu stuðla kommununum í Vágum viðat hýsa og tiltrekkja arbeiðspláss, bæði privat og almenn.

Eisini skulu vit stuðla átøkum at byggja t.d. ítróttarhøll og fótbóltshøll. Vit skulu stuðla átøkum og íverksetan í Vágum, borgarum í Vágum at frama.

Saman við Landsverki skulu vit betra um ferðsluviðurskiftini til og frá flogvøllinum. Tað hevur týdning at fólk, ikki minst børnini, hava tryggar farleiðir til arbeiðis, í skúla og íbarnagarð.

Í samráð við kommunurnar í Vágum eiga vit at skapa bestu korini fyri íbúgvarnar í Vágum og ávirka, har vit kunnu.

Hetta eru mál, ið vit kunnu samstarva um Vágum at frama. Tað loysir seg at síggja loysnir heldur enn forðingar.

Jóhannis Joensen

Valevni fyri Javnaðarflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder