Politikkur

Vágar aftur á breddan

...

2019-08-23 11:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undirritaði hevði tann heiður at sita á Tingi frá 2011 til 2015 fyri Sambandsflokkin, og handlar henda grein tí bara um tær almennu íløgurnar, hvat Vágum viðvíkur.

Fyri okkum í Vágum hendi tað, sum politikarar í økinum høvdu arbeitt fyri í fleiri ár, nevniliga, at flogvøllurin og farstøðin vórðu útbygd og dagførd.

Um hesi fýra árini er at siga, at Íleggingargrunnurin fíggjaði flogvallarútbyggingina við 365 mió. kr., meðan landskassin fíggjaði dagføringina av Heiminum á Sýnini við sløkum 16 mió. kr. Eisin fingu vit Bileftirlitið vestur aftur, umframt at 14 mió. kr. yvir fýra ár vórðu avsettar til vegakervi í Vágum. Við øðrum orðum kunnu vit siga, at her hendi nøkur ting, men landskassin fíggjaði bara ein lítlan part.

Men síðani tá, er vent í holuni, og tí mugu Vágar aftur á breddan, hvat almennum íløgum viðvíkur. Síðani 2006, tá Gásadalstunnilin varð tikin í brúk, eru ikki nevniverdigar íløgur gjørdar, um sæ verður burtur frá tíðarskeiðnum 2011-2015.

Meðan milliónir oman á milliónir og skúlar verða játtaðar til nærum øll øki í landinum, er ein millión sett av á fíggjarlóguni fyri 2019 til Vágar. Hetta má fáa ein enda. Vágar mugu aftur á breddan, tá talan er um almennar íløgur í hesum landinum.

Íløgur og hægri raðfesting, sum eiga at liggja frammalaga í Vágum eru bygging av nýggjum bygningi til Skipaeftirlitið. ??kta ferðslan gjøgnum Sandavág og Miðvág eigur at fáa hægstu raðfesting - semja gerast ímillum kommunurnar, hvør loysn verður vald.

Samferðslan ímillum miðstaðarøkið og allar bygdir í Vágum eigur at betrast, so henda nøktar tørvin í nógv størri mun, bæði fyri ung og eldri enn hon gerð í dag.

??tbyggingin av flogvøllinum fyri 365 mió. kr. var ikki nøktandi, og standa longu nú kostnarmiklar avbjóðingar fyri framman, sum vórðu spardar burtur. Tí eigur Íleggingargrunnurin at koma inn í mynduna aftur.

Henda spurning skal eg koma nærri inn á í einari seinri grein.

Eivin H. Jacobsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder