Lýsing

Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Smílikulluna og Ungdómshúsið

...

2020-05-29 15:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftur námsfrøðingum til Smílikulluna og Ungdómshúsið at byrja 17 august.

Trý størv á 28 tímar um vikuna í Smílikulluni, har av hava tvey av størvunum eisini vaktir í Ungdómshúsinum annaðhvørt mikudag á 3 tímar og 1 leygarkvøld um mánaðin á 5 tímar.

Søkt verðu eisini eftir avloysarum til Ungdómshúsið.

  • Broytingar í arbeiðistíðini kunnu tó henda

Vit ynskja av tær:

  • At tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.

  • At tú ert opin fyri broytingum.

  • At tu hevur og vísir initiativ.

  • At tú hevur góð samstarvsevnir.

  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur.

  • At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Smílikullan:

Smílikulluni er eitt frítíðarskúla tilboð til børn í Vága kommunu fyri børn úr 1. og 2. flokki. Vit hava trý verkstøð: Náttúru og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og ítróttarverkstað. Á verkstøðunum verður dentur lagdur á, at tað einstaka barnið fær loyvi til, at menna sínar førleikar.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, viðalundina og fótbóltsvøllin. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar til børn og starvsfólk.

Ungdómshúsið Loftið:

Ungdómshúsið Loftið er til børn og ung í Vága kommunu. Ungdómshúsið er opið 3 kvøld um vikuna.

mánakvøld kl 17 ??? 20

mikukvøld kl 19 ??? 22

leygarkvøld kl 19 - 24

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Hervør Heinesen tlf. 794540.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin í eitt tíðaravmarka starv.

Lønarviðurskifti:

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Námsfrøðingurin fylgir lønarstigunum frá 11 til 22 og hjálparfólk fylgja lønarstigunum frá 2 til 8.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09.00 og kl. 17.00 í Smílikulluni

Umsókn saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til

Vága Kommunu

Hammershaimbsvegurí 1

360 Sandavágur

Viðmerk á brævbjálvan: ???Umsókn???.

Ella við teldupost til: [email protected]

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið týsdagin tann 16.06.2019 kl. 1200.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder