
Søkt verður eftir námsfrøðingum til at byrja skjótast gjørligt. Størvini eru í vøggustovu og barnagarðsstovu. Talan er um tvey fulltíðarstørv við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð. Eisini verður søkt eftir tveimum avloysarum.
Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss við einum dugnaligum starvsfólkahópi har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest, har pláss er fyri ymiskleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Í ár hava vit sett sjóneykuna á relasjónir og tilknýti. Eisini eru vit partur av einum samstarvi við námsvísindadeildina á Setrinum, har endamálið er at økja um námsfrøðiligu dygdina á dagstovnum.
Okkara arbeiði byggir á:
- Spornámsfrøði ??? at fylgja sporunum hjá børnunum og skipa virksemi eftir teirra áhuga.
- Viðurkenning - har børnini kenna seg virðismett og avhildin í relasjónini.
- Spæligleði - Vit leggja dent á, at spæl og rørslur hava stóran týdning fyri menningina hjá barninum.
Vit vænta av tær, at tú:
- Hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemi á stovninum.
- Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt.
- Brúkar náttúruna, sum námsfrøðiligt amboð til rørsluliga menning.
- Ert lurtandi, forvitin eftir at finna ???Spor??? og áhugað/ur í at uppbyggja góðar relasjónir.
- Sært avbjóðingar fram um mørk og er opin fyri broytingum.
- Vilt samstarva og arbeiða eftir okkara virðisgrundarlag, barna- og læruáskoðan, námsfrøðiligum málum og teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til [email protected] ella við vanligum posti til:
Vága kommuna
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur
Umsóknarfreistin er mánadagin 19. januar 2021 kl. 12.00.
Meira fæst at vita við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Merk brævbjálvan ella teldupostin: ???umsókn???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald