
Søkt verður eftir námsfrøðingum til at byrja 10. August. Størvini eru í vøggustovu og barnagarðsstovu. Søkt verður eisini eftir námsfrøðingi til ávísar stuðulsuppgávur. Talan er um trý fulltíðarstørv, við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð. Eisini verður søkt eftir tveimum avloysarum.
Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss, við einum dugnaligum starvsfólkahópi, har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest. Har pláss er fyri ymiskleika, har námsfrøðin støðugt er í menning. Í 2020 umrøða vit sjónliggeran av námsfrøðini í umhvørvinum og leiklutin hjá okkum. Eisini eru vit partur av einum samstarvi við námsvísindadeildina á Setrinum, har endamálið er at økja um námsfrøðiligu dygdina á dagstovnum.
Okkara arbeiði byggir á:
Spornámsfrøði ??? at fylgja sporunum hjá børnunum og skipa virksemi eftir teirra áhuga.
Viðurkenning - har børnini kenna seg virðismett og avhildin í relasjónini.
Spæligleði - Vit leggja dent á, at spæl og rørslur hava stóran týdning fyri menningina hjá barninum.
Vit vænta av tær, at tú:
Hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemi á stovninum.
Hevur góð samstarvsenir og kann arbeiða sjálvstøðugt.
Brúkar náttúruna, sum námsfrøðiligt amboð til rørsluliga menning.
Ert lurtandi og forvitin eftir at finna ???Spor???.
Sært avbjóðingar fram um mørk og er opin fyri broytingum.
Vilt samstarva og arbeiða eftir okkara virðisgrundarlag, barna- og læruákoðan, námsfrøðiligu málum og teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til [email protected] ella við vanligum posti til:
Vága kommuna
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur
Umsóknarfreistiner mánadagin 15 juni 2020.
Meira fæst at vita við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Merk brævbjálvan ella teldupostin: ???umsókn???
Sóljugarður - liggur í Sandavági, miðskeiðis í bygdini, við sera vakrari náttúru rundanum. Beint við á, viðalund, sand og fótbóltsvøll. Garðurin er stórur við eini á og bøi, har uppruna lendið er varveitt. Stovnurin heldur til í trimum húsum. Her eru tríggjar barnagarðsstovur, tríggjar vøggustovur og eitt hús við teimum 6 ára gomlu.
Stovnurin er opin frá kl. 07.00 til 17.00
www.soljugardur.fo fb: soljugardur www.vaga.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald