
Talan er um námsfrøðing at byrja 1. Feb. 2021 ella sum skjótast á barnagarðsstovu. Starvi er fulla tíð, við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð. Søkt verður eisini eftir avloysarum.
Miðgarður er ein dagstovnur í Miðvági. Tað eru 8 stovur: 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, ein serstova og 1 stova til tey 6 ára gomlu. Barnagarðsstovur eru aldursuppdeildar barnagarðsstovur. Vøggustova við børnum 10 mðr.- 3 ár.
Vit hava 4 ymisk verkstøð og gott spælipláss er rundan um stovnin, sum er bygdur inn í lendi.
Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við fjall og fjøru, viðarlund og áir.
Miðgarður er ein stovnur har námsfrøðin alla tíð er í menning, og vanta vit, at tú ert ein aktivur partur av fakligu menningini. Eisini eru vit partur av verkætlan við námsvísindadeildini á Setrinum, har endamáli er at økja um námsfrøðiligu dygdina á dagstovnum. Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo
Vit arbeiða við:
- At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiði til rættis eftir.
Vit ynskja av tær:
- At tú skal arbeiða útfrá okkara virðisgrundarlag, okkara viðtikna barnasýni og námsfrøði.
- At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg yrkisliga, og vera við til at menna stovnin.
- At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.
- At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
Løn og setanartreytir
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, Leiðara á tlf. 794520 .
Umsóknin saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til [email protected] ella við vanligum posti til Vága Kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Merk brævbjálvan ella teldupostin: ???umsókn???
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagið mikudagin 27. jan. 2021 kl.12:00.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald