Lýsing

Vága kommuna søkir eftir fólki til matgerð í dagstovninum Miðgarði í Miðvági

...

2020-01-29 20:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna søkir eftir føðsluatstøðingi ella fólki við líknandi útbúgving til dagstovnin Miðgarð í Miðvági, at byrja 1. mars 2020.

Talan er um partíðarstarv á 23 tímar um vikuna. Arbeiðsdagurin er ímillum kl. 7:00 og kl. 13:00.

Um okkum

Miðgarður er dagstovnur hjá Vága kommunu, sum liggur í Miðvági. Í Miðgarði ganga 103 børn.

Í Miðgarði hava vit matarskipan, sum ber í sær, at børnini fáa heitan mat á middegi og millummála seinnapartin. Tvey starvsfólk taka sær burturav av matgerð og tí, sum hartil hoyrir.

Starvið

Arbeiðsuppgávan verður, saman við hinum køksfólkinum, at standa fyri innkeypi, at leggja matarætlan tilrættis, at gera heitan mat á middegi og at gera millummálan kláran til seinnapartin.

Vit ynskja av tær

  • At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg yrkisliga, og vera við til at menna matarskipanina
  • At tú er før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, at tú tekur ábyrd og er nærverandi
  • At tú hevur reina revsiváttan

Royndir frá arbeiði í stórkøki er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Løn og setanartreytir

Løn og setnartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost og Føðslufelag Føroya.

Umsókn og nærri upplýsingar

Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til [email protected] ella við vanligum posti til:

Vága kommuna

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14.02.2020 kl. 12:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder