2019-04-12 14:07

Á lítlari samkomu á kommunuskrivstovuni hjá Vága Kommunu seinnapartin í dag, heiðraði Vága Kommuna føroyameistararnar í talvi, allir vóru við uttan Silas Eyðsteinsson, honum lá ikki fyri at koma í dag.
Borgmeiðstarin segni nøkur orð og handaði føroyameistarunum eitt blómutyssi til hvønn teirra.
Sandavágs Talvfelag hevur verið stóra felagið í føroyskari telving seinastu tíggju árini. Seks FM-heiti eftir níggju árum talar fyri seg.
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald