Politikkur

Vága kommuna fevnir um allar tríggjar bygdirnar

...

2020-10-31 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tí er samstarv millum borgarar,ein umráðandi fortreyt fyri at menna kommununa. Allir borgarar skulu hava somu rættindi og somu skyldur.

Allir borgarar eiga at verða sæddir, hoyrdir og virdir.

Tað er umráðandi, at vit gleðast um tað sum gongur væl í okkara kommunu og at vit byggja víðariá tað góða og positiva arbeiði, ið higartil er bygt upp.

Avgerðir skulu takast í mun til yvirskipaðu politisku visjónina og nærdemokratiðið skal samstundis styrkjast, soleiðis at borgarin kennir seg aftur í hesi visjónini.

Vit hava havt fólkavøkstur í kommununi og hesin fólkavøksturin skal haldi fram.

Viðeini vakstrarætlan finna vit eina felags politiska kós, soleiðis at kommunuan áhaldandi kann vaksa og mennast. Vit skulu leggja eina ætlan fyri, hvar vinnan i kommununi skal haldi til og hvat slag av vinnu skal vera íkommununi. Grundøkir skulu útvegast, og vit skulu hava eina greiða fatan av okkara ætlanum, í mun til bústaðarbygging og vinnubygging.

Samstarv mennir vinnulívið og tí skal kommunan í eitt samstarv við lokala vinnulívið,soleiðis at vinnulíviðherí oynni fær bestu fortreytirnar at virka undir. Dentur skal leggjast áteir møguleikar vit hava í oynni. Vit skulu í størri mun, reklamera við teimum fyrimunum sum eru í Vágum fyri einum góðum vinnulívið.

Lív skal aftur í havnalagið og vágna. Havnalagið skal setast ápolitiska dagsskrá.

Miðvágs/Sandavágs Havn eróbrúkilig, sum støðan er. Eitt virkið havnalag merkir økt vinnuligt virksemi, ið er alneyðugt fyri fíggjarligu støðunaí kommununi og einstaka borgaran.

Vinnan er ein av grundarsteinunum undir allari vælferð. Vit vilja tí geva vinnuni góðar og tryggar karmar at virka undir.

Jónhard Selfoss, valevni til býráðið í Vága kommunu

X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder