2020-11-17 14:26
KUNNGERÐ viðv. broyting av býarplani
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, við seinni broytingum, um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága kommunustýri á fundi tann 2. novemeber 2020 samtykti at broyta býarplanin galdandi fyri Sandavág.
Býarplanurin fyri matr. nr. 110, broyttur soleiðis, at ein partur verður broyttur frá øki H (Frílendi) til øki B (Byggiøki/sethús)
Skjøl, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Sandavági í arbeiðstíðini frá týsdegnum 18. november 2020 til týsdagin 10. desember 2020 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. desember 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald