KUNNGERÐ
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi tann 22. mars 2018 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at partar av matr. nr. 137e, 137f, 137h og 137i verður broytt frá F-øki (alment fríøki) og H-øki (frílendi) til B-øki (sethúsaøki) og á fundi tann 25. februar 2019 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at ein partur av matr. nr. 104a Niðri á Tjørn í Miðvági verður broyttur frá H-øki (frílendi) til A2-øki serstøk byggisamtykt.
Kort, sum vísar broyting, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá Fríggjadegnum tann 15. mars 2019 til fríggjadagin 05. apríl 2019 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 29. apríl 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald