Lýsing

Vága Floghavn søkir eftir security-/reingerðarstarvsfólki

...

2020-03-06 22:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága Floghavn søkir eftir 1 starvsfólki sum avloysari fyribils í umleið eitt hálvt ár til 1. okt. 2020, við møguleika fyri leinging ella føstum starvi, at byrja skjótast til ber. Arbeiðsøkið er innan security- og reingerð. Starvsfólk kunnu eisini fáa álagt aðrar uppgávur.

 

Arbeiðstíðir:

Arbeitt verður allar vikudagar, og dagurin er  í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 7:00 og 21:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða  uttanfyri hesar tíðir, um flúgving ger tað neyðugt. Arbeiðsdagarnir kunnu tí verða longri enn 8 tímar ??? serliga á sumri.

Tá arbeitt verður í vikuskiftinum  fella frídagar vanligar gerandisdagar.

 

Reingerðararbeiði:

Starvsfólkið kemur at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaski- og vaktarskipan.

 

Security-arbeiði:

Starvsfólkið kemur eisini at verða partur av toyminum, sum hevur security-arbeiði á flogvøllinum um hendi.  Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan.

 

Setanartreytir:

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Fíggjarmálaráðið sum tímalønt starvsfólk. Um sáttmáli verður gjørdur í setanarskeiðnum, sum mánaðarlønt starv, skal umsøkjarin tola tilsvarandi broytingar í setanartreytunum.

 

Serligar treytir:

Ein treyt fyri at  arbeiða á Vága Floghavn er, at viðkomandi fær kravda trygdargóðkenning frá politinum, og at viðkomandi tekur neyðugu útbúgvingina, sum krevst til Security-arbeiði.

 

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu verða Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars 2020, kl. 12.00.

 

Umsókn skal  sendast til:

Vága Floghavn

Flogvøllurin 6

380 Sørvágur

ella t-post: [email protected]

 

Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Annfinn Hjelm, fíggjarleiðari, ella Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðari, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected] 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder