Lýsing

Vága Floghavn søkir eftir reingerðarstarvsfólki

...

2021-04-21 14:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága Floghavn søkir eftir 2 starvsfólkum sum avloysarar til reingerð at byrja skjótast til ber, fyribils til 1. september 2021, við møguleika fyri leinging ella føstum starvi. Arbeiðsøkið er innan reingerð, Starvsfólk kunnu eisini fáa álagdar aðrar uppgávur.

Arbeiðstíðir:

Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8:00 og 16:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgving ger tað neyðugt. Arbeiðsdagarnir kunnu tí verða longri enn 8 tímar ??? serliga á sumri.

Tá arbeitt verður í vikuskiftinum, fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Reingerðararbeiði:

Starvsfólkið kemur at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaski- og vaktarskipan.

Setanartreytir:

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðsgevarafelag Føroya um tímalønt starvsfólk. Um sáttmáli verður gjørdur í setanarskeiðnum, um mánaðarlønt starv, skal umsøkjarin tola tilsvarandi broytingar í setanartreytunum.

Serligar treytir:

Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi fær kravda trygdargóðkenning frá politinum, og hevur reina revsiváttan.

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. apríl 2021, kl. 12.00.)

Umsókn:

Umsókn, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:

Vága Floghavn

Flogvøllurin 6

380 Sørvágur

ella t-post: [email protected]

Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, ella Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðari, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder