Eg eri valevni á Sjálvstýrislistanum í ár, 2019.
Millum dugnalig og framfýsin valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum, roynd sum óroynd, fari eg bera fram á torg hjartamál og raðfestingar, sum skulu mynda meg í politiskum hylki.
???Seinar eru einar hendur???, sigur tíðarleysa orðatakið - vit skulu lyfta í felag. Kumpassin er rættað, og okkara stevnumið eru:
- møguleikar í grønari vinnu
- minka um luft- og ljóðdálkan nærhendis bygd og bý
- flyta almennar stovnar úr Tórshavn, og harvið lætta um ferðslu- og bústaðartrýstið í
høvuðsstaðnum
- innkomuvegurin Skálafjaramegin (Runavík). Ferðslan skal leiðast út um miðbýin
Viðvíkjandi tunnilsverkætlanini, ???Eysturoyartunnilin???, skal luturin hjá Kári P Højgaard???ikki liggjaógáaður. Hann hevur framt eitt satt bragd til frama fyri infrakerviílandinum.
Seinasta hond verður løgdá, táinnkomuvegurin verður tikin til høldar.
Sjálvstýrisflokkurin hevur við Kári P. Højgaard, og Jógvan Skorheim???, staðiðstinnuráSkálafjørðinum ogíNorðoyggjum.
Í samráð við teg, veljarin, fara vit at byggja út. Bøgarðarnir í Eysturoy og Norðoyggjum laða vit um, soleiðis, at teir røkka norðri úr Ennibergi, suður til Akraberg. Vesturi úr Mykines og eystur til Fugloynna.
Í hópinum telist nú royndi og úrslitshorvandi politikarin, Kristin Michelsen???, sum fyndigur hevur ført vælhilnaðpolitisk stórmálíhús. T.d. kann nevnast Hvalbiartunnilin.
Til undanfarna val var Kristin undangongumaður í tunla fyrireikingunum, og í dag gongur sjón fyri søgn.
Vælkomin umborð, og vónandi fáa vit tikið mong munagóð polititisk tøk. Rimmarfastar, sum Báradrangur, fara vit í holtur við loysningar fyri land og fólk.
Bera tit eitthvørt fyri brostið vilja vit fegnir hoyra.
Við framburðs heilsan,
Andrias Jacobsen ??? valevni Sjálvstýrisins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald