Politikkur

Vælkomin til Vágar, Høgni Hoydal

...

2018-10-16 15:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hoyrdi, at tú skuldi á fund íkvøld í Vágum.

Helt, at neyðugt var at gera vart við, at tú nú ert komin til eina politiskt diskrimineraða oyggj. Sum tú leggur til merkis eru ikki byggikranar , kompressarar, lastbilar o.a. í verður fíggja av almennum pengum her vesturi. Og tú skal gjalda pening fyri at koma til okkara oyggja eftir einum útgoldnum vegi.

Politiskt er lopið frá gjørdari avtalu um at bummgjaldi skuldi fella burtur, tá tunnilin varð útgoldin. Tað vita øll.

Í mun til vanligan tunnil, so kostar Vágatunnilin 250 túsund krónur meira í raksti. Ídag verða 16 milliónir krónur kravdar inn í eitt partafelag árliga, fyri at gjalda hesa upphædd.

Vit skulu gjalda fyri at koyra eftir útgoldnum vegi. Sum Løgtingið annars greitt segði skuldi gerast landsvegur tá hon var útgoldin.

Hvat við at svara luttakarnum a fundinum, um tit framhaldandi ætla at fasthalda diskrimineringina av Vágoynni og Borðoynni?

Eg taki undir við at diskrimineringin og mjólkaríið av Vágoynni og Borðoynni verður avtikið.

Tí tað er rættvíst og skilagott og eitt greitt lyfti.

Vóni at tú ert samdur.

Vóni at tú ikki tekur undir við áhaldandi diskrimineringini av Vágum.

Kanska hoyra vit um hetta eftir fundin.

Heilsan

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder