Uttanríkismál er danskt málsræði, ella???felagsmál???. Tíer upplagt, at føroyski leikluturin á uttanríkispolitiska pallinum verður viðgjørdur nú uppundir fólkatingsvalið.
Uttanríkismál er danskt málsræði, ella ???felagsmál???. Tí er upplagt, at føroyski leikluturin á uttanríkispolitiska pallinum verður viðgjørdur nú uppundir fólkatingsvalið.
Vit skulu hava ein sjálvstøðugan leiklut á uttanríkispolitiska pallinum. ???Har ein ikki er sjálvur, er ein ikki meira enn hálvur???. Alt prát um at verða partur av donsku skipanini, gevur onga meining.
Danmark og Føroyar hava ymisk áhugamál, og tí kann Danmark ikki á nakran hátt umboða føroysk áhugamál.
Dupultleikluturin, har ES umboðar Danmark og har Danmark umboðar Føroyar og Grønland, (DFG-skipanin), á somu uttanríkispolitisku pallum, er ein stórur trupulleiki fyri allar partar.
Dupultleikluturin gjørdi, at Danmark kom í klemmu, tá ið ???makrelstríðið??? kom í hæddina. Aðrumegin var Danmark, sum partur av ES, mótpartur hjá Føroyum, men skuldi samstundis umboða føroysk áhugamál.
At byrja við trúði ongin uppá, at vit hildu fast við okkara krøv. Tá ið tey so funnu útav, at so var, vildi danski matvørumálaráðharrin, (sum umsitur fiskivinnumál), hava at vita, hvat tað var, ið vit ætlaðu. Ivaleyst eftir boðum frá Brüssel.
Boðini frá okkum vóru greið. Danski matvøruráðharrin, sum okkara mótpartur, fekk onki at vita um okkara ætlanir og hvørja strategi vit høvdu, í samband við makrelsamráðingarnar.
Tað eru mangir leikir í longum talvi. Ein av leikunum var at seta handilsbann í verk ímóti Føroyum. Hesin leikur skuldi seta okkum ???skák mát???, men hetta eydnaðist ikki, og at enda vunnu vit talvi.
Tá handilsbannið kom á breddan, var danska skipanin illa sperd. Løgmaður og eg vóru m.a. boðsendir at koma á fund við danska uttanríkisráðharran. Eisini har gjørdu vit dønum greitt, at vit umboðaðu áhugamálini hjá føroysku tjóðini, sum Danmark onki hevði við at gera, og at vit væntaðu, at Danmark og ES steðgaðu ágangin ímóti Føroyum.
Tað óhugsandi hendi. ES og harvið eisini Danmark, setti handilsbann í verk ímóti Føroyum. Hetta hóvaði ikki donsku skipanini, men danir vóru noyddir at fylgja boðunum úr Brüssel.
Støðan bleiv ikki betur, tá vit kravdu, at Danmark skuldi stevnað ES fyri WTO-dómstólin. Hóast royndir at sleppa undan, endaði tað við, at Danmark, vegna Føroyar, stevndi ES, og harvið seg sjálvt, fyri WTO-dómstólin.
Tað stóð nógv á donsku skipanini. Ongin ynskir at koma í eina slíka støðu aftur.
Tí er tað óskiljandi, at landsstýrið og føroysku fólkatingsumboðini ikki eru komin longur á leið við at fáa Føroyum sjálvtstøðugan uttanríkispolitiskan leiklut.
Vit hava royndirnar og evnini at umboða áhugamálini hjá føroysku tjóðini.
Velji tí eitt fólkafloksumboð á Fólkating.
Jacob Vestergaard
Valevni til fólkatingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald