Politikkur

??tsett pensjón skal eisini geva rætt til dagpening

...

2021-05-18 21:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ætlar, at tey, sum velja at útseta fólkapensjónina, skulu hava rætt til dagpening, um tey eru fyri inntøkumissi í sambandi við sjúku. At fólkapensjonistar eru virknir á arbeiðsmarknaðinum er til fyrimuns fyri okkum øll, og tí hevur tað týdning, at vit skapa bestu karmar og eggja teimum eldru at arbeiða, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Løgtingslógin um dagpening vegna sjúku fyllir í hesum døgum 20 ár. Samfelagið hevur ment seg, og onnur lóggáva og aðrar arbeiðsmarknaðarskipanir eru broyttar, og tí er eisini tørvur á at endurskoða 20 ára gomlu lógina. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er tí í eini tilgongd at fyrireika tillagingar, og fyrsti partur av hesum arbeiðinum verður sendur til hoyringar í næstum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder