2020-05-01 18:19
Landsstýrið heitir staðiliga á útlendsk ferðafólk um ikki at koma til Føroyar ??? í fyrsta lagi til tann 30. juni.
Tað svarar løgmaður Sirið Stenberg, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, ið hevur spurt um, hvussu vit fyribyrgja, at koronasmitta kemur til landið.
???Mælt verður framhaldandi til, at ferðandi til Føroya fara í sóttarhald í 14 dagar. Samstundis verða mannagongdirnar herdar við enn neyvari at fylgja við og minna fólk á at halda tilmælið um sóttarhald. Um tað gerst neyðugt, er landsstýrið til reiðar at útvega sær heimild at seta reglur um tvungið sóttarhald í verk???, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað.
Svar løgmans kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald