Í gjár var síðsti framløgudagur í hesi setuni í løgtinginum. Við teimum málunum, ið vórðu løgd fram, mugu vit ásanna, at landsstýrið enn onga ætlan og eingi átøk hevur um at minka føroyska útlátið ella at verja føroysku náttúruna. Tað er ørkymlandi og ábyrgdarleyst.
Síðstu árini hava vit hvørt ár økt um okkara útlát. Hetta hóast vit vita, at útlátið skal minka, og at avleiðingarnar av mannaelvdu alheimsupphitingini longu hava ógvusligar avleiðingar fyri heim, borgarar og náttúru.
Í samgonguskjalinum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin stendur, at ???Samgongan fer at føra ein framfýsnan orku- og umhvørvispolitikk, sum livir upp til altjóða krøv.??? Skulu vit røkka altjóða krøvunum, ið við Paríssáttmálanum er ein skerjing av útlátinum við 45 %, kunnu vit ikki bíða. Vit skuldu havt gjørt meir - og vit kunnu undir ongum umstøðum bíða. Tí fari eg í næstum at fyrireika uppskot um veðurlagslóg at leggja fyri løgtingið. ??tlátið minkar ikki av sær sjálvum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald