Tað er ómetaliga umráðandi, at okkara útisiglarar fáa betri viðferð enn hana, teir fáa frá hesum landsstýrinum, tí tað hevur alstóran týdning ??? bæði fyri allar hesar mongu familjur og fyri alt okkara samfelag ??? at tað loysir seg at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlanda.
Av øllum heimsins londum man Føroyar vera landið við lutfalsliga hægstu bruttotjóðarinntøkuni (BTI), sum er inntøkan, ið vit sum samfelag vinna av teimum mongu, ja túsundtals, føroyingum, sum búgva her heima, men hava sítt livibreyð aðrastaðni á klótuni.
Hetta hevur ómetaliga stórt virði, bæði fyri tær mongu familjur, sum liva av hesum virðismiklu inntøkum, og eisini er hetta ein ógvuliga týðandi partur av tí vælferð, ið vit sum samfelag kunnu njóta. Tí er ógvuliga umráðandi, at myndugleikarnir gera sítt besta fyri at geva hesum persónum liviligar og rættvísar umstøður at røkja sín vinnuveg.
Kortini er tað tíverri so, at hesir borgarar ikki fáa nøktandi viðferð í okkara heimligu skipanum. Hetta er millum annað galdandi fyri teir, ið sigla undir grein 25b. Ein stórur trupulleiki hjá hesum bólki í samfelag okkara er, at teir verða noyddir at rinda inn í tvær ymiskar skipanir. Menn, sum arbeiða hjá norskum feløgum, greiða frá, at teir har skulu rinda heilsutrygdar- og pensjónsgjøld inn í norsku skipanina Folketrygd, men teir noyðast eisini at gjalda inn og spara upp til egna pensión her heima ??? altso dupult.
Hóast hesir hava gjørt núverandi landsstýri varugt við hetta, verður einki gjørt fyri hesar, meðan landið hevur gjørt undantøk fyri aðrar bólkar, eitt nú teir, ið sigla í Grønlandi. Hetta er mismunur.
Um ein av hesum pesónum gerst sjúkur í arbeiði í Noregi, so fær hann einki frá Heilsutrygd, men Folketrygd dekkar, bæði meðan hann er í Noregi og í frítíðini heima.
Skipanin er órættvís, tí um ein av hesum persónum arbeiðir eitt sindur, meðan hann er heima, so verður hann kravdur at gjalda til Heilsutrygd av allari sínari inntøku, eisini tí, hann hevur vunnið í Noregi.
Onkur av hesum persónum hevur roynt málið í Kærunevndini í Heilsumálum, har hann fekk viðhald, men kortini krevur verandi landsstýri framvegis henda pening inn frá hesum persónunum, og tey fara enntá so langt sum at krevja hann inn frá norsku skattamyndugleikunum. Tað er ilt at fáa eyga á nakra góðan vilja hjá núverandi landsstýri ímóti okkara siglandi fólki og teimum, sum fara langar leiðir at vinna pening heim til samfelag okkara.
Fáa vit í Fólkaflokkinum møguleikan eftir valið, verður hetta eitt av málunum, sum hond verður tikin um beinanvegin, soleiðis at hesin týðandi bólkur í okkara samfelag fær eina rættvísa viðferð og sleppur undan at gjalda inn til tvungnu uppsparingina her heima, um hann rindar inn til eina útlendska lívrentuskipan, eitt nú Folketrygd. Eisini vilja vit tryggja, at dupulta innkrevjingin til Folketrygd og Heilsutrygd av somu inntøku steðgar.
Tað er ómetaliga umráðandi, at okkara útisiglarar fáa betri viðferð, enn teir fáa frá hesum landsstýrinum, tí tað hevur alstóran týdning ??? bæði fyri hesar mongu familjur og alt okkara samfelag ??? at tað loysir seg at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlanda.
Eisini á hesum øki vil eg brúka mínar politisku royndir til at hjálpa og gera mun, fái eg møguleikan til tað eftir valið.
Jákup Mikkelsen
Løgtingsvalevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald