Politikkur

??tholað dagaskipan hjá bátum undir 15 tons

...

2019-07-18 09:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Verandi fiskidagaskipan fyri bátar undir 15 tons er farin púrasta av sporinum, og tað er beint nú ið trupulleikarnir gerast sjónligir, at vit mugu fáa argumentatiónina fram, um at hendan skipan má eftirhyggjast í síni heild.
??ll vita tað, men ongin vil siga tað!
Ein fiskidagur er ikki bara ein fiskidagur. Tá menn fara á flot, og fáa so mikið lítið at teir ikki tíma at avreiða tann dagin, so leggja teir tveir ella tríggjar dagar saman. Og hetta telur bara fyri ein fiskidag.
Tí er verandi skipan við døgum fyri útróðrarbátarnar púra útholað og óbrúkilig.
Helst er veruliga talið av brúktum fiskidøgum hjá útróðrarflotanum eini tvær ferðir so stórt sum tølini vísa.
Grundin til at vit hava eina dagaskipan má verða, tí at vit ynskja at regulera veiðutrýstið á grunnarnar.
Vit mugu tó fyrst og fremst taka atlit til teir sum virka undir hesi skipan, bæði teir sum eru útróðrarmenn burturav, og teir sum hava útróður sum seinna beinið at standa á, menn sum eru komnir uppí árini, og brúka hetta til at halda seg og síni omanfyri vatnskorpuna.
Eisini eiga vit at gera greiðan skilnað millum snelluveiðu og línuveiðu.
??ll vilja vit, at tað skal bera til hjá útróðrarmonnum at liva at at verða útróðrarmenn. Hesir hava sera nógvar avmarkingar teir renna seg í, og serliga eru tað veður, vindur og streymur sum avmarkar teir í sínum arbeiði. Afturat hesum hava teir sveiggj í fiskiskapinum yvir ár at stríðast við, samstundis sum ávísar tíðir á árinum ikki eru góðar til fisk. Harafturat koma tær stongdu leiðirnar, serliga gýtingarleiðirnar á vári.
Hesir útróðrarmenn hava tí brúk fyri at sleppa at veiða frítt alt árið, so teir kunnu laga sær raksturin til, uttan at skula taka hædd fyri at onkur annar fiskar teirra dagar undan teimum. So mugu vit onnur góðtaka, at teir fáa nógv burturúr tá nógvur fiskiskapur er, eins og teir mugu góðtaka at inntøkan er lág tá lítið av fiski er til.
Hinir útróðrarmenninir sum brúka útróðurin til hjáinntøku afturat eini pensión ella annað, mugu eisini eftir mínum tykki hava eina skipan sum tryggjar, at tað ber til hjá teimum at avreiða. Heldur enn at leggja dagar á teir, eiga vit at lata teir sleppa at veiða frítt, um inntøka teirra frá øðrum skipanum er undir eitt ávíst, tí tað skal altíð løna seg at gera ein eyka innsats, og harvið kanska spara landinum útreiðslur aftur í hinum endanum. Skal man avmarka teirra veiðu, so er betri at avmarka nøgdirnar ella avreiðingarvirðið heldur enn við dagatali.
So eru tað teir sum rógva út millum túrar og menn við stórum inntøkum. Tað liggur mær langt frá at avmarka fólk í teirra roynd at vinna sær eitt oyra eyka. Men her kundi møguliga ein dagaavmarking verið gagnlig, sum tó eigur at verða oyramarkað til hvønn bátin sær, og ikki olympiskt fiskarí, sum vit hava í dag.
Treytirnar fyri at verða fullrikin útróðrarbátur, má eisini verða munandi linari fyri teir sum brúka snellu burturav, hetta tí at veiða við snellu vísir seg søguliga at geva minni brutto enn veiða við línu.
Samanumtikið skulu vit í komandi samgonguskeiði laga tað soleiðis, at skipanin við fiskidøgum hjá útróðrarbátunum verður endurskoða, soleiðis at hvør einstakur bátur sleppur at leggja sín rakstur til rættis, og at teir sleppa at fiska meðan fiskur er á grunnunum.
Fólkaflokkurin hevur altíð staðið við lið fiskimansins, og tað koma vit eisini at gera í komandi skeiði.


Brandur Sandoy, valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder