Politikkur

??tgjaldið úr ALS hækkar

...

2020-12-10 21:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at broyta gjøldini hjá ALS.

Á nýggjárinum hækkar útgjaldið, sum arbeiðsleys kunnu fáa frá ALS. Løgtingið hevur í dag samtykt við 3. viðgerð, uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at hækka útgjaldið úr 75 prosentum uppí 80 prosent av lønini. Hægsta útgjaldið hækkar samtíðis úr 17.500 krónum uppí 18.500 krónur um mánaðin.

Eisini inngjaldið til ALS verður broytt á nýggjárinum. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini. Henda broytingin verður gjørd í kunngerð.

Umframt hesar broytingarnar samtykti løgtingið eisini at gera aðrar tillagingar í lógini um ALS. Millum annað skal føroyska arbeiðsloysisskipanin samsvara betur við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, og kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini verða lagdar í somu kærunevnd.

Sambært stýrinum fyri ALS er fíggjarliga haldførið hjá skipanini somikið gott nú, at skipanin megnar at standa ímóti einum arbeiðsloysi uppá 8 prosent í eini 12 samanhangandi ár. Miðal arbeiðsloysið síðani 1998 hevur verið sløk 4 prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder