
Hagstovan: Samlaði útflutningurin í 2019 var 9,5 mia. kr. Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,5 mia. kr. ella 19%
Toskaútflutningurin er vaksin næstan 300 mió. kr. og er nú omanfyri eina mia. fyri fyrstu fer síðan 2002.
??tflutningurin av makreli og sild vaks eisini nógv í fjør. 43% og 54% samanborið við 2018
Tað er framvegis laksur vit útflyta mest av og har er vøksturin 700 mió. kr. ??tflutningurin av laksi fór í fjør upp um 4 mia. kr. og tað er ikki hent fyrr.
Eisini í nøgd er talan um metútflutning
Bæði samlaða nøgdin og fyri fleiri av fiskasløgunum er talan um at í 2019 útfluttu vit meir enn naka ár frammanundan.
Samlað útfluttu vit 512 tús. tons av fiskavørum, og bert í 2017 hava vit útflutt meir enn 500 tús. tons fyrr.
Laksaútflutningurin var 69 tús. ton, og tað eru góð tvey túsund tons meir enn í 2014 sum var tað árið vit higartil høvdu útflutt mest av laksi.
Eisini útflutningurin av sild setti met í fjør. 122 tús. tons vóru útflutt fyri 745 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald