Vinna

??tflutningurin til Kina nógv minkaður 1. ársfj.

...

2020-05-13 16:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan skrivar: ??tflutningurin í mars var 100 mió lægri enn í mars í fjør. Um vit bert hyggja at fiskavøruútflutninginum er minkingin 50 mió. kr. sum er 8%.

Um hendan minkingin er orsaka av korona er tórført at meta um enn, tí helst skulu vit hava tøl fyri apríl eisini, áðrenn vit síggja hvussu umfatandi ávirkanin av stongslinum í nærum øllum heiminum hevur verði.

m1

Kina merkti avleiðingarnar av korona fyrst og har vóru tiltøk sett í verk tíðliga á árinum. Um vit hyggja at útflutninginum fyri fyrsta ársfjóring eftir nýtslulandi, er tíðuligt at útflutningurin til Kina er minkaður munandi hetta tíðarskeiði. Vit hava útflutt fyri 65% minni til Kina 1. ársfj. samanborið við í fjør. ??tflutningurin til USA og Bretland er áleið tann sami hetta tíðarskeiði.

Í evropa vóru tiltøk ikki sett í verk fyrr enn í mars mánað, og tí kann roknast við at tá tølini fyri apríl koma sæst betur hvør avleiðingiin hevur verði. Frakland og Italia hava verði millum tey harðast raktu londini og her síggja vit at útflutningurin er minkaður, meðan vit ikki enn síggja tað sama fyri Spania sum eisini hevur verði hart rakt.

m2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder