Í dag skrivaðu Annika Olsen, borgarstjóri, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini, undir útbjóðingarskrivið fyri Stórutjørn.
Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Føroyum verið stórur, uml. 1,5% um árið, og merkist fólkavøksturin serliga í høvuðsstaðarøkinum. Ein alsamt vaksandi býur krevur rúmari ræsur at liva og virka í. Tí er tørvur á at víðka um
býin.
Í hesum sambandi verður nú farið undir arbeiðið at skipa Stórutjørn í Hoyvík, økið norðanfyri Klingruna og vestan fyri býlingin Inni á Gøtu.
Lendisviðurskiftini, staðsetingin í mun til undirstøðukervið og bústaðardepil, íløgur í undirstøðukervið o.a. tala fyri, at Stóratjørn verður tann næsti býarparturin, ið farið verður undir at skipa.
Kappingin snýr seg um at finna besta uppskotið til eina heildarætlan fyri, hvussu blandað bústaðar- og miðstaðarbygging, t.e. handlar, stovnar, heilsubótarhøli og annað virksemi, ið hoyrir gerandisdegnum til, skal skipast í
økinum.
??tbjóðingarskrivið sæstHER
Ein stórhøll er samtykt at staðseta við Stórutjørn, ið skal kunna hýsa viðkomandi
ítróttargreinum, umframt stórum ráðstevnum, tónleikaframførslum og øðrum.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu metir um innkomnum umsókirnar til undangóðkenning.
Fyrispurningar um undangóðkenningina kunnu sendast til Rakul Vest Højgaard, á [email protected] í seinasta lagi 9. desember 2019.
Freistin at søkja um undangóðkenning er 13. desember 2019 kl. 13.
Í mesta lagi 5 umsøkjarar sleppa víðari til kappingina um bestu heildarætlanina fyri Stórutjørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald