Politikkur

Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú

...

2019-01-22 14:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú verður nógv funnist at manglandi langtíðarætlanum í sambandi við, at tunlar verða gjørdir. Vit eru í ferð við at binda landið saman við undirsjóvartunlum, men hóast dagurin nærkast, tá sprongt verður ígjøgnum longsta tunnil í Føroya søgu, er framvegis ikki greiða fingin á, hvussu verður við tilkomuvegunum.

Skjótt verður sett á ein uppaftur longri undirsjóvartunnil, men har er tað ikki so frægt, at nakar veit, hvat gerast skal við grótið, sum kemur upp úr holinum. Landsstýismaðurin við samferðslumálum hevur nevnt møguleikan at brúka grótið til flogvøll, hóast eingin kennir til nakra semju um at gera nakran flogvøll.

Í farnu viku søgdu tíðindi, at ein landsstýrismaður og ein borgarstjóri høvdu gjørt avtalu um ein tilkomuveg í Runavík, men eingir pengar eru settir av á fíggjarlógini til tann vegin, og uttan pengar verður eingin vegur gjørdur.

Søgan átti at lært okkum

Í 1985 varð ein tunnil gjørdur til Leirvíkar, men eingin hugsaði tá, at nøkur ár seinni fór ein undirsjóartunnil at verða gjørdur frá Leirvík til Klaksvíkar. Tí bleiv Leirvíkstunnilin gjørdur soleiðis, at hann kom út tætt við ferjuleguna. Tá so undirsjóvartunnilin varð gjørdur, bleiv tað ein stór avbjóðing at fáa ferðsluna ígjøgnum bygdina í Leirvík, tí bygdin var nú komin at liggja ímillum báðar tunnilsmunnarnar.

Eingin ivi er um, at tørvur er á eini yvirskipaðari ætlan fyri samferðsluna. Landsverk hevur seinastu árini gjørt samferðsluætlanir, men hesar eru bara ætlanir, sum eingin politisk semja er um.

Ein ætlan frá 1987

Einaferð bleiv ein roynd gjørd at fáa løgtingið at samtykkja eina ætlan fyri, hvussu vegakervið í Eysturoynni skuldi útbyggjast. Tað var tann 3. mars 1987, at Jógvain Ingvard Olsen og Jóhannes Martin Olsen, vegna Sambandsflokkin, løgdu uppskot fyri tingið um hetta.

Uppskotið bleiv helst misskilt av mongum, og ikki var sørt, at flent var at tí. Fleiri hildu, at endamálið við uppskotinum var at gera allar hesar tunlarnar og vegastubbarnar alt fyri eitt.

Í 14. September skrivaði ein tjóðveldismaður eitt lesarabræv við yvirskriftini: ???Galskapur Sambandsmanna???. Og kanska var hetta ikki ein so løgin yvirskrift, tí hvør kundi til dømis ímynda sær, at ein undirsjóvartunnil einaferð fór at verða gjørdur tvørtur um Skálafjørðin? Nei hetta mátti vera ???sambands-galskapur??? av onkrum slag ??? tað sum longu í 2020 verður veruleiki.

Í løgtinginum fekk uppskotið ikki undirtøku frá hinum flokkunum, og tað fall við einum braki.

Men aftur nú standa vit við avbjóðingini, at vit gera undirsjóvartunlar og vita ikki, hvussu ferðslan skal leiðast til og frá, og vit vita heldur ikki, hvat gerast skal við grótið.

Neyðugt er, at vit hava langtíðarætlanir á samferðsluøkinum, og at spurningurin um tilkomuvegir, grót og annað verða svaraðir áðrenn framtíðar tunlar verða gjørdir. Har hava vit nógv at læra frá uppskoti Sambandsfloksins frá 1987.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder