Uppboðssølan av veiðirættindum avtakast - og hvat so!
Orsøkin til, at fyrrverandi fiskivinnuskipanin bleiv avtikin var, at hon var ikki í javnvág, og at ov nógv rættindi vóru endaði á ov fáum hondum.
Eisini blivu summi økir avtoftað við kvotum. Nevnast kunnu; Suðuroyggin, Sandoyggin, Vágoyggin og Streymoyggin. Kvoturnar endaðu allar í norðurøkinum.
Nú, ið nýggja skipanin er komin í gildið, sær út til at størsti parturin av uppboðssølukvotunum framvegis enda í norðurøkinum.
Eg haldi, at ??LL uppboðssøla av veiðirættindum skal avtakast
Eg haldi IKKI at tann parturin, sum er seldur á uppboðssølu skal lutast út til teir, sum framman undan hava keypt uppboðssølukvotur.
Tær skulu deilast út til reiðarí í hesum áðurnevndu oyggjum, sum hava havt sera truplan rakstur seinastu nógvu árini. ??ll hesi reiðarí fáa tað betur og allar Føroyar fáa tað betur.
Um hettar ikki verður gjørt, so eiga tey 4 stóru reiðaríini í Klaksvík, Gøtu og Fuglafirði øll reiðaríini í Føroyum, innan stutta tíð.
Eg komi at arbeiða fyri, at ALLIR sjómenn og ??LL økir í landinum kunnu vera við í góðu gongdini, nú ein mia. kr. meira rennur inn í búskapin av nógva fiskiríkidøminum, um eg verði valdur á Løgting.
Blíðar heilsan og gott Fólkafloksval
Hans Andrias Kelduberg
Valevnið Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald