Politikkur

Ungmannafeløgini sláa seg saman fyri ungdómin

...

2019-09-16 07:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú nýggj samgonga er skipað, hava ungmannafeløgini Framsøkin Ung, Unga Sambandið, Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldiðsligið seg saman og gjørt ein ynskilista til komandi samgongu, til frama fyri ungdómin.

Hóast vit ungmannafeløg mangan eruósamd, so kunnu vit semjast um at ungdómurin skal hava betri kor. Í hesum sambandi hava vit gjørt ein ynskilista við 10 punktum, um hvussu hetta skal gerast.

Ynskilistin er soljóðandi:

1.GR??N FRAMTÍÐ

Føroyar skal binda seg til Paríssáttmálan við einari bindandi veðurlagslóg. Eisini skulu vit fremja ætlanina hjá SEV um at framleiða 100% grøna orku á landi í 2030, samstundis við at vit taka atlit til náttúruna.

2.SÁLARHJÁLP UNDIR HEILSUTRYGD

Sálarhjálp skal undir heilsutrygd og skal veitast øllum undir 35 ár og játtanin til psykiatriina skal hækkast.

Tænastur til fólk við avbjóðingum skal samskipast

3.FLEIRI LESTRARÍB??ÐIR

Vit skulu byggja 150 lestraríbúðir aftrat. Hesar íbúðir skulu vera góðskutryggjaðar

4.ABORTL??GIN SKAL IKKI HERÐAST!

Lat bara vera.

5.NEYÐT??KUOFFUR SKULU LOFTAST

Føroyar skulu hava eina dagførda og neyvari neyðtøkulóg og revsingin skal herðast. Neyðtøkuoffur skulu hava rætt til hjásitara og neyðtøkuoffur skulu hava betri bráðfeingis hjálp og skulu knýtast upp í sálarligu skaðastovuna

6.BETRI LESTRARVIÐURSKIFTI!

Føroyar skulu hava góðskutryggjaðar útbúgvingar, umvegis Bologna-sáttmálan. Setrið skal hava hægri játtan og fleiri úbúgvingar skulu setast á stovn

Bíðað hevur verið ov leingi, núskal campusøkið gerast!

7.DAGF??RING AV AVOLDAÐUM L??GUM

Halgidagslógin skal nútímansgerast og Fólkaskúlalógin skal endurskoðast, so hon endurspeglar nútímanssamfelagið

8.UMHV??RVISVERND

Náttúru og margfeldislógin skal samtykkjast, hon liggur klár.

Og einnýtisplast skal bannast í ár 2022

9.ONGIN B??RNÍ FÁT??KRAV??ÐA

Familjuískoyti skal hækkast og fjølbroyttari og bíligari bústaðarmøguleikar skulu gerast.

Vit skulu hava eina nullhugsjón til børní fátækraváða.

10.BETRI KOR TIL L??RLINGAR

Betri upplýsing skal vera um yrkisútbúgvingar

Lærlingar skulu hava betri ágóðar, so tey í ávísan mun gerast meira javnsett onnur undir útbúgving

??? Framsøkin Ung, Unga Sambandið, Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder