Politikkur

Ungdómurin missir nógv ??? lat tey ikki missa meira

...

2020-05-13 09:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Koronasmittan hevur broytt heimin heilt kollveltandi. Gerandisdagurin hjá okkum flestu er í dag heilt øðrvísi enn fyri bara trimum mánaðum síðani. Nógv er broytt og alt má tillagast og broytast.

Afturat stóru broytingunum, so verður summarið annarleiðis enn vanligt. Festivalarnir verða ikki sum teir plaga ??? um teir altso verða hildnir. Stevnurnar og kappróðurin verða øðrvísi. Árliga ferian til Mallorca ella Kreta verður av ongum, men tó kann troyst finnast í, at í næsta ár verður tað. Men fyri at sitera norska heilsumálaráðharran í røðu síni til ungdómin: soleiðis er tað bara ikki, tá tú ert ungur.

Várið er tann tíðin, har ungdómurin av álvara byrjar at gleða seg til summarfrítíðina ??? og serliga tey, ið ganga í endaflokkunum, bæði í fólkaskúlanum og á miðnámi. Fyri tey er alt heilt øðrvísi. Tey missa so at siga allan endaspurtin í skúlatíðini. Allur spenningurin, øll gleðin, námsferðin, endaveitslurnar, húgvutíðin o.s.fr. eru horvin. Upplivingarnar og tíðina fáa tey ikki aftur.

Allíkavæl tykjast tey at vera gloymd í øllum rokanum seinastu mánaðirnir. Landsstýrið má traðka í karakter og hjálpa og lofta og geva greið boð til ungdómin.

Tænastuvinnan, har fleiri ung dagliga arbeiða, er serliga hart rakt. Røddir hava verið frammi um, at tað fer at taka langa tíð, áðrenn alt kemur at koyra vanligt aftur í tænastuvinnuni. Summar matstovur og gistingarhús hava longu sagt starvsfólk teirra úr starvi. Tí er ikki óhugsandi, at ungdómsarbeiðsloysið kann gerast stórt í summar. Hesum mugu vit steðga og fyribyrgja. Tórshavnar Kommuna hevur boðað frá, at kommunan fer at gera átøk, sum skulu fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysi, men tað er ikki nokk at bara Tórshavnar Kommuna ger átøk. Átøk mugu gerast um alt landið.

Tilmælini frá landinum hava verið neyðug, men tað er minst líka neyðugt, at fyribyrgja keðiligum avleiðingum, ið koma av teimum. Ungdómurin, sum longu hevur mist stórar upplivingar og eitt serligt tíðarskeið í teirra lívið, orsakað av tilmælunum, mugu ikki missa enn meira ??? og serliga tá talan er um inntøku teirra.

Tí havi eg spurt Helga Abrahamsen um, hvat samgongan ætlar at gera fyri at fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysi í sambandi við koronakreppuna. Harafturat haldi eg at tað hevði verið gott, at fingið greiðu á, hvør tað er, ið er raktur av arbeiðsloysi orsakað av korona, og tí havi eg eisini spurt um greiningar av aldursbýtinum av móttakarunum av stuðli úr serligu ALS-koronaskipanini, hvar í landinum tey eru, og í hvørjari vinnu tey starvast.

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder