Politikkur

Unga Tjóðveldi vs. Lincoln

...

2019-02-13 12:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Til alla lukku var tað ikki Unga Tjóðveldi sum ráddi fyri borgum, tá ið trældómur skuldi bannast í Amerika. Tí so hevði gamli Lincoln verið noyddur at bitið í tað súra eplið og staðfest, at av tí at hann ikki eigur træl sjálvur, so kann hann ikki hava nakra meining um evnið yvirhøvur. Ei heldur kundi hann blanda seg uppí avgerðarrættin hjá trælaeigarunum


Ella um man skal brúka argumentatiónina hjá Unga Tjóðveldi og øðrum hampafólki viðvíkjandi fosturtøku, so hevði tað verið so.

Um vit so spola tíðina fram til í dag, so má trældómur loyvast, tí at ???veruleikin er at [trældómur] kemur fyri. Spontant og provokerað. Lógliga og ólógliga. Tað er ein veruleiki, vit ikki kunnu skúgva til viks.??? (slík var argumentatiónin hjá UT í nýggjasta lesarabrævið teirra viðvíkjandi fosturtøku).

Eingin setur spurning til í dag, at fólk ikki kunnu verða sett í trældóm. Hetta er so fjarskotið, at tað hevði verið skammiligt at tikið hetta uppá tungu.
Vónandi fer tað eisini skjótt at verða óhugsandi, at ikki loyva okkara minstu og veikastu borgarum sín grundleggjandi rætt - rættin til lívið.

Eingin ivi er um, at í summum førum stinga óhepnar støður seg upp, tá kvinnur gerast við barn ??? men tá tað kemur til fosturtøku, snýr tað seg fyrst og fremst um barnið sjálvt.

Huxa

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder