Vit í Unga Sjálvstýri vilja gera greitt, at vit kennast ikki aftur við tann kritikk ið ávísur persónur hevur reist mótvegis formanninum í Sjálvstýri.
Vit fegnast um at flokkurin, sum tann einasti á tingi, er sína uppgávu nóg vaksin til bæði at arbeiða saman við samgongu og andstøðu - og at hava felags stev har hetta ber til.
Harumframt taka vit undir við teirri linju ið formaðurin hevur stungið út í kortið - m.a. at skumpa undir grønu umstillingina, at taka størri fet á sjálvstýrisleið, tryggja vinnuni tryggar karmar og betri samskipan av ferðavinnuni kring alt landið.
Sjálvur fylgdi eg spentur við amerikanska forsetavalstríðnum í 2016. Tað sum kom óvart á meg var, at tann valdysturin gekk meira út uppá at siga, hvat ið hin parturin segði, og hvat hann hevði gjørt skeivt. Hetta heldur enn at greiða frá sínum egnu ætlanum.
Vit mugu bara viðurkenna, at hetta rákið sær út til at vera komið heim til Føroya.
Hetta er samstundis eitt rák, ið vit taka harða frástøðu frá. Vit trúgva uppá eitt sunt politiskt umhvørvi, har allar meiningar vera rúmdar - og at vit saman kunnu náa teimum semjum ið eru best fyri land og fólk. Lat okkum gevast við at blakað við móru eftir hvør øðrum - bara tí at ein er ónøgdur við eitthvørt.
Lat okkum tosa um politikk, visiónir og ætlanir. Lat okkum tosa um, hvussu vit fáa flutt land okkara fram á leið. Og til seinast - lat okkum tosa við virðing fyri hvør øðrum.
Unga Sjálvstýri er eitt limafelag fyri øll. Og í Unga Sjálvstýri hava øll eina rødd.
Vegna Unga Sjálvstýri
Heri Danielsen, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald