JN

Ummæli av Ein dagføring

...

2014-11-26 00:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ummæli av nýggju bókini ???Ein dagføring???, sum Hanus Samró hevur skrivað. Bòkin kom út seinasta týsdag. Eg haldi, at Hanus Samró er komin væl frá triðu bók síni, henda er triða bókin í 3 ár.

Bókin ???Ein dagføring??? er ein ungdómsskaldsøga, eg haldi, at tað er sera gott fyri lesaran, at søgan er skrivað so tíðarhóskandi, sum hon er. Tað ger tað lættari fyri lesaran, at liva seg inn í tað sum hendir í bókini.

Bókin gongur fyri seg á sumri í 2014, har Benjamin, sum bókin er um, ætlar sær á G!, men hann var eisini á tónleika tiltakinum Voxbotn, har hann hevði gjørt okkurt býtt, og tá man ger okkurt býtt nú á døgnum, so er tað næstan altíð úti á Facebook - øll vita alt beinanvegin.

Benjamin arbeiður í summarferiuni, fyri at fáa ráð at ganga til hesi tiltøkuni, men Benjamin dámar einki mátan hansara flokkur er settur saman uppá, hann heldur lítið um mátan, sum onkur á skúlanum hevur hugnað sær við á Excel arkinum.

Tað eru heilt vist mong, sum kenna seg aftur, í tí Benjamin ger, hann drekkur seg skít hvønn dag bæði á Voxbotn og G, hann hevur ikki ánilsi av nøkrum, sum er hent. Men tað veit Facebook ??? og tí kennir lesarin seg so væl aftur, tá ið bókin verður lisin.

Hanus Samró dugur eisini væl at fáa enska málið við inní bókina. Tá ið fólk ballast, kemur sera ofta enskt málbrúk við í málburðin hjá fólki. Hanus sparir ikki eitt tað einasta orð, tá hann greiður frá sex-lívinum hjá ungdóminum í bókini.

Eitt annað mær dámar sera væl við bókini, er at hon er sera løtt at lesa, alt gongur uppí eina hægri eind, hon er spennandi allan vegin ígjøgnum, ringt at sleppa bókini frá sær, og gott at kapitlarnir ikki eru alt ov langir. Hanus dugur eisini væl at fáa ymisk við ??? s. s. politikk.

Alt í alt, ein sera góð og spennadi bók, sum frá mær fær 4 út av 5 stjørnum.
Jóanis Albert Nielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder